Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Glasgow Rangers vann í dag 1-0 á heimavølli ímóti grannunum og arvafíggindunum úr Celtic.

Harvið hevur Rangers nú líka nógv stig sum Celtic í skotsku Premiership.

Celtic og Rangers hava bæði 42 stig á ávikaivist 1. og 2. plássinum í deildini.

Nummar trý í skotsku Premiership er Kilmarnock við 38 stigum, meðan nummar fýra er Aberdeen við 36 stigum.

Einsamallið málið hjá Rangers í dag skjeyt Ryan Jack í 30. minutti.

Gomlu Merseyside harrarnir Steven Gerrard og Brendan Rodgers eru managarar hjá teimum báðum toppliðunum í Skottlandi; Gerrard hjá Rangers, meðan Rodgers er hjá Celtic.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo