Taparin rósar sigurharranum og minkar um ósigurin. Vinnarin rósar taparanum og veksur um sigurin
- úr Børkuvísum
Krutl

Rani Nolsøe fer at innleiða Rocketman, sum er spildurnýggi filmurin um Sir Elton John, ið verður lýstur sum “A musical fantasy about the fantastical human story of Elton John's breakthrough years.” Filmurin verður vístur í Filmsfelagnum mikudagin 29. mai, sum er ein dagur innan almennu frumsýningina.

Filmar um tónleikarar eru so nógv best umtóktu filmar í biografi í Føroyum. Í Filmsfelagnum hava tey víst heimildarfilmar um stjørnur sum Bjørn Afzelius, Amy Winehouse, Kurt Cobain og um bólkar sum Beatles og Rolling Stones. Í Havnar Bio, har Filmsfelagið hevur sýningar mikudagar, er filmurin Bohemian Rhapsody við Rami Malek sum Freddie Mercury hin mest sæddi í nýggjari tíð.

Í nýggja filminum Rocketman er tað Taron Egerton, ið hevur leiklutin sum komandi heimsstjørnan, sum, tá søgan tekur við, júst hevur skrivað sangir sum Candle in the Wind, Your Song og sjálvandi Rocket Man, ið gevur filminum heitið.

29. juni 2010 sang og spældi Sir Elton John á Tórsvølli í Gundadali í Havn fyri 6000 fólkum. Kim Hansen hitaði upp til uttandurakonsertina.  

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo