Órættvísi á einum øki hóttir rættvísi allastaðni
- Martin L. King

VP spyr

NAVN / NR.FO

Útlendis ítróttur

Yvir 600-milliónirmaðurin Romelu Lukaku endaði í skugganum av Marcus Rashford, tá ið Manchester United byrjaði sín USA-túr í nátt í dystinum móti LA Galaxy, sum endaði 5-2 til United.

Rashford fekk teir fyrstu 45 minuttirnar til at skora tvey mál.

Hóast fleiri royndir, so eydnaðist ikki Lukaku at skora í fyrsta dystinum í MU-troyggjuni.

Eftir dystin segði venjarin millum annað:

– At samanbera Lukaku við Rooney er ikki gjørligt, tí Rooney var ikki ein áleypari hjá okkum. Lukaku er meira ein máláleypari, hann er skjótur og í dag vísti hann, at hann er ein liðleikari. Hann stúrur ikki fyri sær sjálvum, men um liðið fer at mennast, sigur Mourinho við manutd.com.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann