Satt gestablídni er kunsturin at fáa gestirnar at føla seg, sum vóru teir heima, hóast tú kundi ynskt, at tað var har, teir vóru
- ókendur
Innlendis ítróttur

Fyrsta umfar er nú leikt í kurvabóltskappingini. Kappingin er skipað á sama hátt sum í fjør, tey trý liðini leika fýra dystir móti hvørjum øðrum og tey bæði fremstu liðini spæla síðani alt avgerandi finalu.

Fyrsti dysturin í ár varð leiktur á Toftum. Føroyameistarnir frá Hamar vóru á vitjan hjá Ravni. Dysturin var heilt óvanliga javnur. Kurvabóltsdystir kunnu ikki enda við javnleiki. So um tað stendur á jøvnum eftir vanliga leiktíð ( 4 x 10 minuttir), so má eykatíð (5 minuttir) leikast. Tað skuldu leikast heilar tríggjar eykatíðir áðrenn Ravnur kláraði at tryggja sær sigurin.

Næsta dystin í kappingini leiktu finalistarnir í fjør, Hamar og Sporðdrekin. Dystin vann Hamar rímuliga trygt.

Hamar kom væl frá byrjan og legði seg á odda beinanvegin. Sporðdrekin var nakrar ferðir nær við at fanga Hamar aftur, men Hamar klaraði at halda leiðsluni allan dystin og vann.

Síðsta dystin hetta umfarið tók Sporðdrekin móti Ravni. Ravnur komu serstakliga væl frá byrjan og førdi við heili 16 stigum eftir fyrst fjórðingin av dystinum. Gongdin í dystinum minti nógv um fyrra dystin, Sporðdrekin nærkaðist, men Ravnur vann dystin og er nú einasta liðið ið hevur vunnið báðar sínar dystir:

Hagtøl frá kappingini:
Ravnur        -    Hamar        78 - 74
Hamar        -    Sporðdrekin    64 - 58
Sporðdrekin    -    Ravnur        50 – 61

Leikarahagtøl:

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo