Ein vinur er ein sum veit alt um teg - og kortini er góður við teg
- ókendur
Innlendis ítróttur

Ravnur tók í dag ímóti Hamar á Toftum, har leiktur varð ein sera spennandi dystur. Fram til hálvleik førdi Hamar og var hálvleikstøðan 18-21.

Í seinna hálvleiki fingu Ravnur yvirtakið, eftir at gongd kom á hjá Ernersto Ferrari, sum skoraði 10 stig í síðsta fjórðingi, samstundis sum at Bjarni Zachariassen hevði fleiri umráðandi blokk í verjuni.

Dysturin endaði við sigri til Ravn 46-35. Toppskorari hjá Ravni var Ernesto Ferrari við 16 stigum og hjá Hamar var David A. Galan toppskorari við 8 stigum.

Ravnur eru enn ósigraðir, og er heilt sikkurt eina liðið í finaluni, sum verður 13. mai 2017.

Meira spennandi verður, hvat av hinum feløgunum, Hamar ella Sporðdrekin, koma í finaluna. Teir hava spælt tveir dystir móti hvørjum øðrum, og hava vunnið ein í part.

Næsti dystur er 11. mars 2017, kl. 15:00 í Tofta Skúla, har Ravnur tekur ímóti Sporðdrekanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo