Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Krutl

Eyðkendi sangarin við klaffa fyri eygað í kenda bólkinum Dr Hook, er deyður eftir stutta sjúkralegu. Hann bleiv 81 ár.

Kendasti sangurin er kanska "When You're in Love With a Beautiful Woman". Hóast Ray Sawyer ikki var høvuðssangarin var hann tann mest eyðkendi við cowboyhatti og klaffanum fyri eygað sum hann hevði mist í eini bilvanlukku bert tvey ár áðrenn hann kom uppí bólkin í 1969.

Eitt annað kent lag er "Sylvia's Mother" og so "Cover of the Rolling Stone" har Ray Sawyer faktiskt var høvuðssangari. Tað hittið er frá 1972 og gjørdi helst, at ein karikaturtekning av bólkinum árið eftir kom á forsíðuna á Rolling Stone.

Tað eru bert trý ár síðani Ray Sawyer gavst at hava konsertir. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo