At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Útlendis ítróttur

Enska løgreglan hevur framt razzia hjá Premier League-feløgunum West Ham og nýuppflutta Newcastle.

HMRC (Her Majesty's Revenue and Customs) sigur sambært The Independent at tiknir eru «fleiri menn sum starvast innan professionella fótbóltsídnaðin, undir illgruna fyri trygdar- og skattasvik».

Franskir og bretskir skattamyndugleikar sigast hava samstarvað um aksjónina, og vóru 180 tænastumenn við í henni.

Bæði høvuðsskrivstovurnar og venjingarfasilitetirnir eru kannað, og fleiri persónar eru tiknir. Ein av teimum er stjórin í Newcastle, Lee Charnley.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo