List verður skapað í einsemi
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Florentino Perez, forsetin hjá Real Madrid, er ikki nøgdur. 

Orsøkin er, at Real, sum gjørdust spanskir meistarar í fjør, eru longu tíggju stig aftanfyri oddaliðið í deildini, FC Barcelona.

Og nú ætlar hann sær, sambært Daily Mail, at styrkja um liðið við fimm nýggjum leikarum:

Harry Kane (Tottenham), Dele Alli (Tottenham), Marquinhos (Paris St Germain), Paulo Dybala (Juventus) og málverjan Kepa Arrizabalaga (Athletic Bilbao).

Real misti í summar Alvaro Morata til Chelsea, Pepe til Besiktas og James Rodriguez til Bayern, og verður mett, at ein av orsøkunum til ta ringu gongdina hjá felagnum er, at hesir tríggir framvegis eru saknaðir.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo