Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Real Madrid átti alt spælið í seinna hálvleiki móti Juventus í Champions League-finaluni í Cardiff, og sjálvandi gjørdist Cristiano Ronaldo tann stóra hetjan við tveimum málum í 4-1 sigrinum.

Í beint yvir eitt ár hevur Ronaldo vunnið Champions League tvær ferðir við Real Madrid, sponsku ligaina og EM við Portugal.

Ronaldo hevur nú skorað 105 mál tilsamans í Champions League. Og tólv mál hesa sesongina, eitt meira enn Messi.

Real Madrid hevur vunnið tríggjar finalur í Champions League seinastu fýra árini, og seinastu tvær á rað sum ongantíð er hent áður.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo