Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Útlendis ítróttur

Real Madrid er púra óvæntað sligið út úr Champions League.

Hetta er greitt, eftir at liðið í kvøld tapti heili 4-1 á heimavølli ímóti Ajax Amsterdam.

Real Madrid hevur vunnið Champions League trý ár á rað, men í ár rakk tað ikki longur enn til 1/8 finalunar.

Hakim Ziyech (7), David Neres (18), Dusan Tadic (62) og Lasse Schöne (72) skutu málini fyri Ajax, meðan Marco Asensio (70) skjeyt málið fyri Real. 

Í hinari 1/8 finaluni í kvøld vann Tottenham Hotspur 1-0 á Borussia Dortmund - og harvið hevur eisini Spurs leikt seg víðari til 1/4 finalurnar í kappingini. Spurs vann 4-0 samanlagt á Dortmund.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo