Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Høgni Hoydal, landsstýrismaður, harmast í almennum skrivi um, at Norðlýsið og R7 ikki hava givið honum møguleika at koma til orðana í málinum um, at hann hevur sagt ósatt fyri løgtinginum.

Eg kann í skrivandi stund ikki svara fyri Eivind Jacobsen (sendingina Metis), men eg kann siga fyri okkum, sum gera tíðindi á R7, at vit hava sjálvsagt áhuga í at fáa øll mál lýst frá øllum síðum, og í tí sambandinum hava vit roynt rættiliga ofta at ringt til Høgna Hoydal um nevnda málið, men hann hevur ongantíð svarað telefonini, tá vit hava ringt.

Tað harmar okkum, tí vit hava havt nógvar spurningar, sum vit vildu havt hann at svara.

Eg skilji væl, at landsstýrismenn ikki altíð hava stundir at taka telefonina, men tað er ikki rætt av Høgna at siga, at hann ikki hevur fingið høvi at svara spurningum ella at gera viðmerkingar til okkara tíðindi.

Vit hava roynt at ringt, men hann hevur valt ikki at svarað.

Tað fáa vit tíverri ikki gjørt so nógv við.

Samstundis hava vit sæð, at hann hevur gjørt viðmerkingar til sama mál í øðrum miðlum.

Vit fara eisini í framtíðini at royna at fáa viðmerkingar frá Høgna Hoydal, tá mál eru frammi, sum hann varar av.

Men tað verður framvegis hansara avgerð, um hann tekur telefonina.

Helgi Abrahamsen
redaktørur á R7

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo