Vilt tú tryggja friðin, ver so brynjaður til kríggj
- George Washington
Lesarin skrivar

Føroya Sílaveiðifelag hevði aðalfund tann 8. mars í Grønlendingahúsinum og vóru gott 40 limir møttir.

Árið í fjør var serliga merkt av, at sera nógvur alilaksur var at síggja nógva staðni kring oyggjarnar, og nógvur alilaksur leitaði eisini niðan í Leynará. Nógvur alilaksur varð fiskaður á Leynavatni, men nógvur alilaksur stóð eftir í ánni, møguliga tí hann orkaði ikki at svimja niðan. Í góðum samstarvi við fólk úr alivinnuni, vóru einir 500 – 600 alilaksar tiknir og avlívaðir. Í ár hevur Føroya Sílaveiðifelag fingið ein nýggjan fiskateljara, og er ætlanin at seta teljaran upp í Leynará í mai. Hesin teljari kann skráseta bæði stødd, nøgd og slag av fiski, t.e. um talan er um laks ella síl, sum ferðast niðan á Leynavatn.

Felagið hevur annars seinastu fimm árini roynt at seta upprunaligu laksastammuna við aftur, tí bland var íkomið av norskum alilaksi. Upprunaligi laksurin, ið kom úr Elliðaá í Reykjavík, var fyrstu ferð settur út í Saksun og Leynum frá seinnu helvt av 1940´unum og fram til síðst í 1960´unum. Hetta er laksaslag av smáari stødd og vælegnaður til smáu føroysku áirnar. Og væl bar til, tí laksurin tók áirnar sum um, at hann altíð hevði verið har. Sílaveiðifelagið fekk í 2013 fram til 2016 aftur rogn úr Íslandi, og hevur borið til at taka villan laks av nærum somu upprunaligu stammuni til strúkingar. Strúkingin á heysti 2018 hepnaðist so mikið væl, at felagið í ár hevur møguleika at ala upp hálvársyngul umframt smolt. Ætlanin er eisini at seta nýklakt yngul út í Leynum og Saksun í mai. 

Tá farið varð eftir lívfiski í fjør, var gleðiligt at síggja heilt fitt av góðum og eisini stórum sjósílum. Hesi vóru slept aftur. Mett verður, at sílastovnurin í Leynavatni er rímiliga væl fyri, og vónandi verður hetta sama myndin í ár. Men við nýggja teljaranum fáa vit eina greiða mynd av síla – og laksastovninum í Leyna- og Mjáuvøtnum. Frá sílafiskarum við Leynavatn frættist annars, at fleiri hava fingið bleikjur, sum er upprunafiskur í Leynavatni. Hesar verða allar settar út aftur. Í Saksun eru hinvegin ábendingar um, at sílastovnurin ikki er eins væl fyri sum í Leynum. Felagið hevur tí ætlanir um at taka sjósíl til strúkingar í Saksun og seta út aftur yngul í Saksun.

Saman við Tórshavnar kommunu hevur Sílaveiðifelagið eisini ætlanir um at virka fyri at Sandá, ið rennur úr Havnardali oman í Sandagerð, aftur kann gerast til eina góða sjósílaá, til gleði fyri stór og smá. Í tí sambandi eru gomlu sílatrappurnar umvældar, so til ber hjá sílunum at røkka størri partar av ánni.

Eisini hevur Fiskaaling heitt á Sílaveiðifelagið um at luttaka í áhugaverdari granskingarverkætlan um sjósíl, har frítíðarfiskarar kunnu senda upplýsingar inn um fingin síl í Føroyum.

Eftir aðalfundin hevur nevndin skipað seg við Regini Arge sum formanni, Thomas Vilhelm sum næstformanni, Per Aakjær sum kassameistara, Óla Petersen sum skrivara og Andrias Joensen sum vanligan nevndarlim. Harumframt var Bogi Wardum afturvaldur sum tiltakslimur, og Jan M. Hermansen heldur áfram sum tiltakslimur.

Sílaveiðifelagið hevur eina heimasíðu, www.laks.fo, har tíðindi og onnur viðurskifti um frítíðarfisking eru at finna. Eisini kann síggjast beinleiðis mynd frá fiskateljaranum, tá hesin verður settur til.

Á somu heimasíðu ber eisini til at melda seg sum lim í Føroya Sílaveiðifelag. Sagt verður frá, at eins og í fjør kunnu børn og ung undir 18 ár fiska ókeypis á Leyna- og Mjáuvøtnum og í Saksunarvatni.

Føroya Silaveiðifelag

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo