Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Tríggjar kommunur úr Danmark, Føroyum og Grønlandi eru farnar í samstarv um eitt sonevnt 'Arktisk rehabiliteringsnetverk'. Tórshavnar Kommuna, Aalborg Kommuna og Kommuneqarfik Sermersooq eru vorðin samd um at samstarva um eina rehabiliteringsverkætlan, sum kemur at fevna um eitt tíðarskeið á trý ár. Arctic Consensus er projektleiðari, og Lise-Lotte Terp, stjóri, sigur soleiðis um samstarvið:

”Tað er ein fragd og æra at samstarva við fólk, sum eru so ágrýtin at arbeiða fyri framtíðar átøk innan Nordisk- artisk rehabilitering. Vit fara at skapa eitt týdningarmikið grundarlag, sum framtíðar samstarvið kann byggja á víðari".

Verkætlanin byggir á felags endamálið um at fleiri eldri borgarar fáa so góða lívsgóðsku sum gjørligt. Ítøkiliga kann tað merkja, at ein borgari sum fær heimahjálp, kann fáa hjálp til at gerast meira sjálvhjálpin í gerandisdegnum og soleiðis fáa eitt gott lív. Verkætlanin skal síggjast sum ein liður í, at tey trý londini komandi árini fara at uppliva stórar demografiskar avbjóðingar, í sambandi við at íbúgvar gerast eldri, og vit eru vorðin betur til at viðgera varandi sjúkur, sum viðførir at tørvurin á hjálp frá tí almenna verður størri.

Í verkætlanini verður rehabilitering fatað sum “ein miðvís, tíðaravmarkað og samskipað samstarvsgongd millum borgara, avvarðandi og starvsfólk”. Ein partur av endamálinum við samstarvinum er at økja um sjálvræði, sjálvbjargni, og lívsgóðskuna hjá aldrandi borgaran. Ein annar partur er at deila vitan og royndir innan rehabiliteringshættir tvørturum tey trý norðurlondini og at varpa ljós á tað norðurlendska samstarvið.

Í sambandi við at hol verður sett á verkætlanina, koma umboð frá Arctic Consensus, Heilsu- og umsorganarøkið í Aalborg og Nuuk á vitjan í dag. Tilsamans verða 27 luttakarar á evnisdøgunum, 16 starvsfólk frá Heilsu- og umsorganartænastuni og 11 luttakarar frá Nuuk, Aalborg og Arctic consensus. Evnisdagarnir verða 20. og 21. november. Umframt at skipa eitt artiskt rehabiliteringsnetverk, verður verkstovur og stovnsvitjanir á samdøgursrehabiliteringini á Boðanesheiminum og á Tjarnagarði. Eisini verður stýrisbólkafundur áðrenn og eftir evnisdagarnar.

Stovnanin av Arktisk Rehabiliteringsnetværk er stuðlað av Nordregio, Nordisk Ministerråd. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo