Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

Stórar niðurskrivingar av fíggjarligari støðisogn gjørdu, at úrslitið hjá Krúnborg samtakinum í fjør gjørdist eitt lítið hall.

Krúnborg samtakið fevnir millum annað um Mest skipasmiðjuna og tey feløg, sum eru partur av henni. Harumframt eru eisini íløgur gjørdar í ymsar aðrar fyritøkur, og á roknskapinum skilst, at leiðslan er minni fegin um gongdina í hesum partinum av virkseminum.

- Leiðslan metir virksemið, sum knýtir seg til skipasmiðju og shipping vera nøktandi, men virksemið sum knýtir seg til íløgur í fíggjarliga støðisogn hevur ikki verið nøktandi vegna stórar niðurskrivingar, verður sagt.

Nettosølan var 62 mió kr lægri og bruttovinningurin 39 mió kr lægri í fjør enn fyrraárið. Ársúrslitið endaði á minus 58 tkr, sum eru góðar 17 mió kr lægri enn árið fyri. Eginognin hjá Krúnborg er nú stívar 55 mió kr.

Leiðslan sigur tó í roknskapinum, at árið í fjør var nakað, sum ikki fer at endurtaka seg, og hon væntar sær eitt munandi betri 2017. Tað grundar hon millum annað á ymsar íløgur sum eru í umbúna.

Krúnborg er ein familjufyritøka, sum eftirkomararnir hjá navnframa vinnulívsmanninum Eiler Jacobsen eiga. Fyritøkan er í dag stjørnað av Eiler Jacobsen, yngra, nevndarformaður er Beinta Jacobsen, einkjan hjá Eiler Jacobsen, sála.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo