Tað er vandi í hvørjari vælferð
- føroyskt orðatak
Vinna

- Tað verður toført at leggja fiskiskapin tilrættis, tí uppboðssølan at fiska botnfisk og uppisjóvarfisk kemur so seint, heldur stjórin í Reiðarafelagið.

Steffan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, sigur við Útvarpið, at Reiðarafelagið hevur í fleiri umførum áður víst á, at felagið ikki tekur undir við at strika kravið um veiðiloyvið.

- Reiðarafelagið heldur, at vit eiga at halda okkum til tað skipanina sum vit hava, so leingi sum hon er galdandi.

- Vit hava havt eina skipan í meira enn 20 ár, og tí átti landsstýrið at hildið seg til ta skipanina soleingi sum hon er galdandi inntil vit møguliga fáa eina nýggja fiskivinnuskipan í komandi tíðum, sigur stjórin.

- Hetta eru sera stórar nøgdir sum skulu seljast og fiskast í ár, yvir 50.000 tons av svartkjafti og meira enn 50.000 tons av sild, og sambært tí uppskotinum til kunngerð, sum var sent til hoyringar fyri stuttari tíð síðani, tá var tað ikki gjørligt at flyta kvotur tvørtur um ár, keypta kvotu.

- Og tá ið man ikki kann selja hesi rættindini fyrr enn seint í august, so verður tað sera torført hjá reiðaríum at leggja fiskiskapin skynsamt tilrættis, og í uttasta konsikvens so kanst tú risikera at hava keypt kvotu sum tú ikki klárar at fiska áðrenn 1. januar.

- Og tí er hetta ógvuliga seint at skipa uppboðssøluna við sera stórum nøgdum og tað ger tað sera trupult hjá reiðaríunum at leggja fiskiskapin tilrættis, segði Steffan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, við Útvarpið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo