Ver góður við nørdarnar. Tað er sannlíkt, at tú fert at arbeiða fyri ein
- Bill Gates
Innlendis ítróttur

Talvsambandið: Talvið millum favorittarnar Helga Dam Ziska og lettlendska stómeistaran Normunds Miezis í triðja umfari í FM-kappingini í talvi í gjár endaði javnt. Helgi bjóðaði remis longu í tólvta leiki. Mestur hava báðir gingið í remistonkum longu áðrenn talvið byrjaði. 

Føroyskir talvfjepparar høvdu helst vónað, at okkara toppseedaði stórmeistari fór at leggja eitt sindur meira fyri í oddabrakinum, serliga nú hann longu er farin eitt hálvt stig afturum Miesiz. Men líkt er til, at Helgi setti seg ikki føran at vinna við svarta fólkinum móti tí næstbesta.

Hans Kristian og Olaf
Hans Kristian Simonsen og Olaf Berg hava verið rættir brandar higartil. Báðir hava koppað sterkum útlendskum mótstøðumonnum, og Olaf lá á odda við fullum stigatali eftir fyrstu tvey umførini. Men tá ið teir báðir brustu saman í triðja umfari í gjár, lá Hans Kristian omaná.

Carl Eli noyddist eisini at lúta fyri danska stórmeistaranum Carsten Høi, og sama var hjá Sjúrði móti svianum Drazen Dragicevic.

Støðan í FM-landsliðsbólkinum eftir trý umfør:
GM Normunds Miezis (Lettland) 2½ stig
GM Helgi Dam Ziska, HT 2
GM Carsten Høj (Danmark) 2
Hans Kristian Simonsen, KT 2
FM Olaf Berg, HT 2
Drazen Dragicevic (Svøríki) 1
FM Carl Eli Samuelsen, HT ½
Sjúrður Thorsteinsson, HT 0

Fjórða umfar er í dag. Byrjað verður klokkan 17:00. Tá verður telvað soleiðis í Landsliðsbólkinum (fyrrnevndi hevur hvíta fólkið):

Helgi - Sjúrður
Hans Kristian - Dragicevic
Carl Eli - Olaf
Miezis - Høi

Luitjen fremstur
Í 1. bólki er hin 13 ára gamli Luitjen A. Apol úr Havnar Telvingarfelag á odda. Hann hevur 2½ stig eftir trý umfør. Í hølunum á honum eru Heiðrikur Jacobsen, Leif Reinert Fjallheim og Margar Berg, allir úr Havnar Telvingarfelag.

Í almenna bólkinum er Sjúrður Olsen úr Vestmanna Talvfelag á odda við fullum stigatali. Einar Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag er nummar tvey við 2½ stigum, síðani hava Heðin Gregersen úr Klaksvíkar Talvfelag og Magnus Múller úr Vestmanna Talvfelag 2 stig á triðja plássi.

Í unglingabólkinum er Elias Petersen úr Havnar Telvingarfelag á odda við fullum stigatali. Benjamin Reinert Petersen úr Havnar Telvingarfelag er nummar tvey við 2½ stigum og Brestir Samuelsen, eisini úr Havnar Telvingarfelag, er nummar trý við 2 stigum.

FM-einstaklingakappingin í talvi fer fram á Finsen í Havn.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo