Tann sum ikki kann lýða eini boð, eigur ikki at geva boð
- enskt orðatak
local.fo

News in English

Innlendis ítróttur

Á Grækarismessu, í morgin 12. mars, verður Vágur karmur um rennikappingina VK-7. Hetta er næst seinasta vetrarkappingin í ár og verður teinurin, ið runnin verður góðar 10km.

Rutan í ár, er fjølbroytt, bæði løtt, tung, undan og eisini við góðum útsýnið, og verður runnið av Vágseiði nakað út í bygdina, og síðani niðan Gjógvarafjall og út í bygdini, áðrenn runnið verður vestur aftur á Vágseiðið, omanfyri bygdina og framvið viðarlundini.

Longu nú hava luttakarar úr øllum landinum melda til, og eru teir fleiri 50, ið hava melda luttøku. Eftir renningina verður kaffi og heiðursmerkjahandan - ið verður á Hotel Bakkanum kl. 14.00

Barnarenning:
Tá ið tey vaksnu eru farin avstað - verður skipa fyri barnarenning, á stuttum teinum, fram við Vatninum.

Gentir og dreingir renna saman, og eru bólkarnir hesir:
- Gentur/Dreingir -7 (f.2009 ella seinni)
- Gentur/Dreingir -10 (f.2006-2008)
- Gentur/Dreingir -13 (f.2003-2005)

Tilmelding til hesar kappingar, fer fram á staðnum fram til kl 10.45 - og runnið verður umleið 11.15.

Tað er Hvistan, ið er rørðslufelagið í Suðuroynni, ið er vertur fyri hesari árligu vetrarkappingin VK-7 í Suðuroynni, sum saman við FÍF (Frælsum Ítrótti Føroya) ið skipar fyri vetrarkappingunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo