Hægsti vísdómur er at vita, at tú veitst onki
- Sokrates

VP spyr

NAVN / NR.FO

Tiltøk

Synergi: Sum leiðari heldur tú nógv fleiri talur, enn tú ert varugur við:

·         stórar talur, ið savna fyritøkuna

·         minni talur, ið seta dagsskráir

·         og smáar talur - sum nærum koma undir vanligt prát- ið seta orð á støðuna

Hugsa um vælkomuna, morgunfundin, presentatión av nýggjum starvsfólki, upplegg til stýri/stjórn, munnligar kunningar og frágreiðingar, og tær stóru leiðaratalurnar: ársdagar og temadagar, har fyritøkan savnast.

Hóast tú kanska ikki hugsar um tað, er alt hetta "talur". Talur, har tú hevur møguleika at stýra, hvønn veg tingini skulu fara.

Ein ørgrynna av møguleikum liggja í góðu leiðarataluni
Slíkar leiðaratalur hava strategiskar møguleikar – men so má leiðarin duga tungusnild. Og skilja sambandið millum leiðslu og leiðaratalu. Tað er eitt handverk at læra at halda munagóðar leiðaratalur: Við ástøðiligum innliti, cases og praktiskari venjing gevur skeiðið 6. og 7. november nútímans leiðaranum eina innleiðslu í góðu leiðarataluna.
 
Undirvísarar | 2 tungir dreingir
Jonas Gabrielsen, Ph.d. frá CBS, í dag lektari í retorikki á RUC. Jonas hevur sergrein í leiðsluretorikki, og í fleiri ár hevur hann undirvíst virkandi leiðarum í inn- og útlandi. Hann hevur fingið árligu undirvísingarvirðislønina frá CBS fyri miðlan. Hann hevur skrivað bøkur og greinir um Retorik, og í 2014 gav hann út tekstasavnið ‘Ledere, der taler – Taler, der leder’ (Frydenlund Academic).

Kell Jarner Rasmussen, hevur lisið retorikk við Universitetið í Keypmannahavn. Hann er adm. stjóri í Rhetor. Kell hevur síðan 2001 undirvíst, ráðgivið og vant leiðarar í retorikki, og skrivað røður fyri toppleiðarar í danska vinnulívinum og yrkisrørslunum. Hann er dómari í altjóða røðuvirðislønini Cicero Speechwriting Awards.

Tekning HER ella á www.synergi.fo

Pláss er bert fyri 16 luttakarum. Fleiri pláss eru longu farin. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann