At vera føðilandsvinur er millum annað at royna at gjalda rokningar sínar rættstundis
- úr Børkuvísum
Onnur tíðindi

13 persónar, millum teir eitt barn, eru dripin á eini familjuveitslu í meksikanska deilstatinum Veracruz, tá ið ein bandi fór at skjóta móti teimum.

Sambært lokalum miðlum byrjaði skjótingin, tá ið vápnaðir menn royndu at taka ein mann úr hølinum. Tá ið fleiri settu seg ímóti tí, svaraðu vápnaðu bandalimirnir aftur við at skjóta.

Sambært millum annað netstaðnum e-veracruz so hoyrdi maðurin sum bandalimirnir ætlaðu at burturflyta til homoumhvørvið.

Sjey menn, fimm kvinnur og eitt barn doyðu. Umframt tey minst 13 deyðu eru tað sambært netavísini El Financiero minst fýra skadd, sum eru á sjúkrahúsi, skrivar Dagbladet.no.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo