Gud kundi ikki vera allastaðni, og tí skapti hann mammuna
- Rudyard Kipling
Onnur tíðindi

Mosambik er serliga hart rakt, har tað verður mett at yvir 1.000 børn og vaksin hava latið lív, 400.000 fólk hava mist hús og heim, og meir enn 1 mió fólk eru ávirkaði av náttúruvanlukkuni.

Tað sigur Reyði Krossur í tíðindaskrivi.

Sambært ST er hetta ringasta veðurlagsvanlukka nakrantíð á sunnaru hálvkúluni.

Støðan er sera álvarsom. Heilir býir eru undir í vatni, og nógvar familjur eru byrgdar inni av vatninum.

Børn og vaksin hava átrokandi tørv á mati, vatni, skjóli og grundleggjandi læknahjálp, um tey skulu koma undan við lívinum.

Í tí sambandi letur Reyði Krossur Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið kr. 500.000 til neyðhjálpararbeiði hjá Reyða Krossi í økinum.

Sí dronupptøkur frá vanlukkurakta økinum her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo