Skalt tú fáa nakað stórt av skafti mást tú meira enn bara dáma títt arbeiði
- Steve Jobs
Onnur tíðindi

- Eg fari tí enn einaferð at heita á harumenn, um at fara inn á heimasíðuna “Haran.fo”, og skráseta tey seinastu harutølini, so eg kann fara undir at skriva frásøgnina um haruveiðuna í 2018.

Soleiðis skrivar Eyðfinn Magnussen, sum í fleiri ár hevur granskað føroysku haruveiðuna, í skrivi til miðlarnar í morgun. Á kortinum omanfyri sæst, hvussu nógvar harur eru skotnar í ymsu hagunum og hvør enn ikki hevur latið inn síni tøl. 

Status pr dags dato er, at 4.894 harur eru skotnar í øllum landinum farna haruár.

- Reyðu litirnir á kortinum vísa hagar, har eingi harutøl eru skrásett. Fyri sunnara part av landinum, eru hetta meginparturin av høgunum, men har verður heldur ikki so nóg skotið, sum norðanfyri.

Hagarnir, sum eru vístir við gulum, eru skrásettir. Fyri hvønn av hesum høgum sæst eisini, hvussu nógvar harur vórðu skotnar tilsamans, sigur Eyðfinn Magnussen.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo