Liv Lívið Livandi
- herróp hjá ítróttarfelag
Onnur tíðindi

Á myndini: Oddmar Olsen, formaður í Reynanevndini, og Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini í Tòrshavnar kommunu

Reynabúgvar fegnast um nýggj skelti, sum eru sett upp úti á Reyni. Saman við nýggju skeltunum eru eisini nýggir snøggir lyktarsteyrar settir upp.

Skeltini eru ætlað ferðafólkum, har tey fáa at vita, at tey skulu virða tey, sum búgva í hesum søguliga býarparti.

- Reynabúgvar hava greitt okkum í kommununi frá, at ferðafólk eru komin heldur nær og hava kagað inn í stovurnar hjá fólki. Hetta átakið fer at bøta um kunningina til ferðafólkini, sigur Bogi Andreasen, formaður í vinnunevndini.

Tað eru teir báðir Sámal Blak og Heiðrikur á Heygum, sum hava sniðgivið skeltið og valt lyktarsteyrar.

HER sæst eitt filmsbrot um nýggju skeltini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo