Tú hevur meira tol við bilføraranum aftanfyri enn tí frammanfyri
- Bill McGlashen
Minningarorð

Fríggjadagin tann 7. september 2018 var útisetin Jógvan Elis Danielsen jarðaður frá Kastrup kirkju, nærhendis Vordingborg.

Hann  var føddur tann  24. september 1938 úti á Reyni í Havn, har hann búði  øll barnaárini úti á Bakkahellu. 

Vit kendust heilt  væl sum smádreingir, men hava annars ikki havt nógv samband sum tilkomnir.

Pápi hansara var tann legendariski gartnarin og  kioskeigarin,  Jacob Danielsen, vanliga nevndur "G".  

Hann átti ta søguligu kioskina á Vaglinum, har hann sat næstan hvønn dag í samfull tíggju ár og flýggjaði út bløð, tíðarrit og alskyns góðgæti. 

"G" doyði, meðan Jógvan, sum var yngstur, bara var 6 ára gamal.   

Hálvsystir Jógvan, Asta arvaði kioskina, sum bara 15 ára gomul. Har hevur hon verið ein føst institutión á Vaglinum í meira enn ein mansaldur.

Jógvan hevði, umframt Astu, fimtan onnur heil- og hálvsystkin.

Í 1954 misti Jógvan heilbróðurin Álvur, bert 19 ára gamlan. Tað var ein stórur saknur fyri Jógvan.    

Mamma hansara æt Anna og var úr Víkarbyrgi; hon var tann triðja konan hjá "G". Hinar báðar, Henrikka og Jetta doyðu báðar í barsilssong.   

Nakað eftir, at Jógvan var farin úr skúlanum, mynstraði hann við ferðaskipinum, "Dronning Alexandrinu" hjá DFDS, sum 15 ára gamal og kom í kokkalæru. Eisini sigldi hann við øðrum skipum hjá DFDS og við svenska felagnum Thorden.

Í heilt ungum aldri gjørdist hann leiðandi kokkur á Hotel Hafnia í Havn, har hann var í fimm ár.

Eftir eitt stutt skifti við egnari restauratión í Dr. Jacobsensgøtu, fór hann í 1964 niður til Danmarkar, har hann saman við sváginum, Bent, keypti ta søguligu krónna á tí "fjaru" oynni Bogø. Seinni rak hann krónna sjálvur.  

Krógvin var bæði matstova og gistingarhús. 

Jógvan hevði aloftast føroyska manning av bæði stovu og køksgentum, so Bogø var eitt kent og tiltikið "føroyskt umhvørvi" í økinum. Bogø-fólkið vitjaði viðhvørt í tí føroyska felagnum í Vordingborg.

Restauratiónin hjá Jógvani var sera væl vitjað, og har búðu javnliga fitt av gestum, so hann var rættiliga  væl fyri og bleiv vælkendur sum krógvavertur, bæði á oyggjunum Bogø og Møn, men eisini á Suðursjællandi. 

Tað var heldur ikki sjáldan, at hann fekk hotellgestir úr Føroyum.

Jógvan arbeiddi og kýtti seg á Bogø í meira enn 15 ár, til hann í 1979 mátti leggja frá sær, tí heilsan var farin at bila.

Hann var tríggjar ferðir giftur og átti seks børn. Fýra av teimum búgva í Føroyum, meðan tvey eru útisetar.

Eftir søluna av krónni, keypti hann sær eini hús í Kastrup, har hann búði í meira enn tjúgu ár. 

Honum dámdi væl at fáast við hús og hava, har hann dyrkaði og velti bæði eplir og grønmeti.    

Hann las ein hóp, serliga søguligt tilfar og ferðaðist ofta í lokaløkinum við bili, líka frá Møn til Næstved.

Tey seinnu árini var hann ofta í Føroyum og ferðaðist, og um aldarskiftið keypti  hann sær eitt summarbýli í Hvalba.

Úr Kastrup við Vordingborg flytti hann nøkur ár til Næstved at búgva, áðrenn hann í  2010 setti seg endaliga niður í Tappernøje, har hann slóknaði, stutt áðrenn sín 80 ára dag.

Friður verið við hansara minni. 

Virgar T. Dalsgaard

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo