At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Politikkur

Enn vil landsstýriskvinnan í mentamálum, Rigmor Dam, ikki ganga áheitanini frá fleiri politikarum á møti um at taka ábyrgd í Glasir-málinum. 

Tað var í løgtinginum í gjár, at millum annað Páll á Reynatúgvu, tingformaður, heitti á Rigmor Dam um at trína fram og taka ábyrgd.

- Vit skulu uppala ungdómin á Glasi til at taka ábyrgd - ikki til at renna undan ábyrgd. Annars enda vit bara aftir í 1980-unum, tá eingin reelt hevði nakra ábyrgd, segði Páll á Reynatúgvu millum annað og legði aftrat:

- Tað er ein stórur trupulleiki, at vit hava landsstýrisfólk, sum ikki vilja viðurkenna sína ábyrgd.

Men hvørki í gjár ella í dag hevur Rigmor Dam trinið fram, soleiðis sum Páll á Reynatúgvu bað hana gera - hóast hon hevur verið í tinginum báðar dagarnar.

Mentamálafrúan hevur heldur ikki viljað úttalað seg tó miðlarnar.

Tó skrivaði hon í einum sms-boðum til Kringvarpið, at hon hevur onga viðmerking í løtuni, og at hon bíðar eftir einari frágreiðing frá Samferðslumálaráðnum.

Fyrr í vikuni sendi Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, Landsverki eina røð av spurningum, sum hann vil hava stovnin at svara í sambandi við byggimálið fyri Glasir.

Samferðslumálaráðharrin segði tá, at endamálið við gjøgnumgongdini og svarunum upp á spurningarnar er í fyrstu atløgu at fáa eina mynd av leiklutinum hjá Landsverki (LV) í sambandi við verkætlanina Glasir.

Svarfreistin hjá Landsverki er mikudagin 12. desember.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo