Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Samgongan hevur nú lagt uppskot fram um avtøku av fólkatingssessunum.

Hetta er eitt álvarsmál, tí fólkatingssessirnir eru beinleiðis knýttir at felagsmálum, sum er sjálvur bulurin ella garðurin um Ríkisfelagsskapin.

Løgmaður letur kortini standa til, samtíðis sum hann fyri einari tíð síðani segði, at tað ikki kom uppá tal, at nakar samgongulimur gekk solo.

Men nú, tá sjálvur Ríkisfelagsskapurin er í vanda, er eingin trupulleiki, at Tjóðveldi fer solo, so ikki kann sigast annað enn, at tann, sum tegir hann samtykkir.

Løgmaður, vinaliga lat okkum saman sláa ring um Ríkisfelagsskapin.

Kaj Leo Holm Johannesen
løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo