Gakk ongantíð firtin longur, enn tað loysir seg
- Hans Pauli Johannesen
Lesarin skrivar

Í fyrstu 4 pørtunum havi eg lýst ymsar fyrimunir við Ríkisfelagsskapinum. Talan er um nógv fleiri fyrimunir enn vansar, men vit noyðist at avmarka, hvat verður tikið fram.

Í síðsta partinum hugsaði eg at koma inn á viðurskifti, sum kundu verði tillagað ella dagførd í felagsskapinum. Tað er av størsta týdningi, at vit útvikla Ríkisfelagsskapin, heldur enn at avvikla hann.

Útlendingapolitikkur
Vit hava í løtuni eina ávísa tilflyting av útlendingum til Føroya í arbeiðsørindum samstundis sum nógvir útlendingar búgva í Føroyum. Hetta er at fegnast um, samstundis sum vit sjálvsagt skulu tryggja eina hóskandi javnvág í tilflytanini, hetta fyri at taka okkum væl av hesum tilflytarunum og tryggja eina góða integratión í føroyska samfelagið og mentanina.

Tað tykist tíverri, sum bland er komið í hug­tøkini í orðaskiftinum um útlendingar og flótta­­fólk, og tí er hóskandi at fáa tey upp á pláss. Sambært útlendingalógini eru í høvuðsheitum tríggir hættir at fáa uppihaldsloyvi í Føroyum. Vit kunnu siga, at lógin definerar trý sløg av tilflytarum, ið kunnu fáa uppihaldsloyvi her hjá okkum:

1) Útlendingar, ið hava fingið arbeiði í Føroyum

2) Útlendingar, ið eru familjusameindir við før­oyskan hjúnafelaga

3) Flóttafólk, t.v.s. útlendingar, ið lúka treytir­nar í ST - flóttafólkasáttmálanum frá 1951

Eg haldi, at vit eiga at yvir­taka útlendingamál, t.v.s. arbeiðs- og uppi­halds­loyvir eiga vit sjálvi í Føroyum at taka okkum av. Síðan eiga vit at gera nærri avtalu við danir um tann partin, sum hevur við m.a. familjusamanføringar og flóttafólk at gera.

Stórur partur av útlendingamálum er undir­lagdur altjóða konventiónir, sum eru sera kompliseraðar, har t.d. interpol og danska uttanríkis­málaráðið og aðrir myndugleikar eru involveraðir, tá tað kemur til flóttafólk.

Í øllum hesum skulu vit gera okkum greitt, at ein yvirtøka av hesum málsøkið, krevur nógv starvsfólk, serligar førleikar og fígging.

Uttanríkispolitikkur
Vit skulu vera við, tá uttanríkispolitiskar avgerðir um Føroyar verða tiknar.

Vit skulu eisini hava umboðan í “Det Udenrigspolitiske Nævn”.

Tað er eisini av stórum týdningi, at vit eru partur av viðgerðini um framtíðarætlanir fyri Arktis.

Ítróttar- og mentanarpolitikkur
Føroysk ítróttarfólk, sum luttaka í OL eiga at umboða Føroyar - og ikki Danmark.

Eisini eiga vit at hava egna luttøku í Eurovision og øðrum altjóða kappingum.

Alt hetta ber væl til innan Ríkisfelagsskapin og er nakað, sum vit eiga at fáa tillagað og dagført skjótast tilber.

Jaspur Langgaard
valevni fyri Sambandsflokkin

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo