At vera eydnuríkur er at hugsa rætt
- úr Børkuvísum
Lesarin skrivar

Tá ið tann føroyski Fólkaflokkurin enn einaferð gerð seg til láturverja hjá føroysku pensionistunum, tá eigur ein at vera á varðhaldið. Og sjálvandi undirmeta umboð Fólkafloksins okkara pensionistar, nú teirra umboð í andstøðu spæla jólamenn.

At hesir misbrúka Samhaldsfasta, sum hevur verið Fólkafloksins ringa samvitska tey seinastu 26 árini, tað er væl skiljandi. Tí stóð tað til hendan assosiala flokk, so hevði ongin samhaldsføst skipan sæð dagsins ljós her á landið. Teirra ideologi er, at hvør er sær sjálvum næstur, og politiska lyklaorðið hjá hesum flokki, er at peningurin hevur tað best í lummanum hjá fólki, eins og skattatrýstið skal niður á 30 %.

Tá hevði verið solti hjá vælferðarsamfelagnum.

So um Fólkaflokkurin, og teirra ideologi hevði mynda okkara samfelag seinastu hálvu øldina, so vóru vit eitt láskattasamfelag. Avleiðingarnar høvdu verið øgiligar. Okkara almanna -heilsuverk hevði verið ein viðfáningur av tí tað er í dag.

Allar okkar samhaldsføstu skipanir so sum Heilsutrygd, Barsilskipanin, Samhaldsfasti, Als, Pensiónsskipanin o.s.fr. vóru ikki eksisterandi í dag. Hesar skipanir eins og nógvar aðrar, hevur Javnaðarflokkurin lagt úr lagdið, eins og staðið sum garantur fyri. Og tað ætlar flokkurin sær eisini at standa sum garantur fyri fram yvur.

Í 26 ár hevur Fólkaflokkurin havt møguleikan at bjóða pensionistum skattafría upphædd úr Samhaldsfasta. Hví hevur flokkurin so ikki roynt at lívga pensionistarnir fyrr enn nú flokkurin situr í andstøðu. Tí eru pensionistarnir væl greiðir yvur, at tað eru fuglar á tekjuni tá Fólkaflokkurin í andstøðu lovar at gera útgjaldið hjá Samhaldsfasta skattafrítt.

Sannleikin er nokk tann, at núverandi leiðsla og tingmannng Fólkafloksins hata Samhaldsfasta sum pestin, og tí er hetta uppsskot populisma í hægstu potens, ið hevur einki annað endamál enn ein roynd at avmonterað Samhaldsfasta Eftirlønargrunnin.

Frank Davidsen

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo