Meira lættført er at takka fyri lítið enn fyri nógv
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Fyrrverandi og umstríddi forsetin í Simbabvi, Robert Mugabe, er deyður, 95 ára gamal.

Hann stóð á odda í Simbabvi frá 1980 til 2017, tá eitt hernaðarkvett noyddi hann frá.

Robert Mugabe kom til valdið eftir eina vápnaða kollvelting sum var vend ímóti hvíta minnilutanum í Rhodesia, sum landið tá æt.

Aljóða samfelagið fordømdi ofta Robert Mugabe og stýri hansara fyri at fara illa við hvíta minnilutanum og millum annað ognartaka jørð hjá teimum.

Tað var eisini ímeðan hann sat við valdið, at landið, sum er eitt tað ríkasta í Afrika viðvíkjandi ráevnum, fór frá at vera eitt lutfalsliga ríkt land til at vera blóðfátakt og rakt av ógvusligari inflatión.

Miðilin ZimLive skrivar, at Robert Mugabe doyði í Singapore har hann lá á sjúkrahúsi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo