Eg skyldi ikki kvinnurørsluni nakað!
- Margareth Thatcher
Politikkur

Tað gongur sum rótasúpan at Rodmundur Nielsen, ið var tingmaður fyri Fólkaflokkin alt seinasta skeið, eisini hevur tikið seg úr Fólkaflokkinum.

Rodmundur Nielsen váttar tíðindini fyri VP.

- Eg sendi formanninum og eisini flokkinum ein teldupost í gjár, sigur Rodmundur Nielsen við VP.

Spurdur, hví hann hevur tikið seg úr flokkinum, sigur Rodmundur Nielsen, at hann heldur at hann fer at lata alt sodna eitt sindur fyrst.

- Men eg fái sagt nú, at tað er ov langt ímillum meg og flokkin, og meira siga eg ikki beint nú, sigur hann.

- Eg havi ikki fingið tíðindini um Anniku Olsen fyrr enn beint nú, so eg fari at lata alt sodna eitt sindur, sigur hann við VP.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo