Eg ræðist sengur. Fleiri fólk doyggja í teimum enn nakra aðrastaðni
- W. C. Fields
Innlendis ítróttur

Stýrið fyri Róðrargrunnin - Myndina hevur Jógvan Svabo Samuelsen tikið f.v.: Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya, Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri, Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin, Uni Arge, Føroysk Miðlafólk, Anna Rein, Kvinnufelagið, Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag

Róðrargrunnur Føroya, sum í fleiri ár hevur ligið í dvala, er nú endurreistur við nýggjum stýri. Hetta er hent, eftir at løgtingið á fíggjarlógini fyri 2018 játtaði 100.000 kr. til at byggja kappróðrarbátar.

Róðrargrunnur Føroya varð stovnaður 15. august í 1970, tí róðrarfólk kring landið vildu styðja upp undir kappróðurin sum tjóðarítrótt føroyinga. Í grein 3 í viðtøkunum stendur:

”Rætt til studning úr grunninum hava øll føroysk róðrarfeløg við teirri ætlan at gera nýggjan róðrarbát, róðrarhús og róðrarhyl.”

Haraftrat stendur í viðtøkunum, at studningur eisini kann latast til ”skúlaróður og til útgávu av einari føroyskari róðrarsøgu.”

Sambært viðtøkunum skulu seks limir stjórna Róðrargrunni Føroya. Hesar limir skuldu Føroya landsstýri, Ítróttasamband Føroya, Føroya Lærarafelag, Føroya Sjómansskúli, Føroya Blaðmannafelag og Kvinnufelagið upprunaliga tilnevna.

Føroya Sjómansskúli er í dag Vinnuháskúlin, og Føroya Blaðmannafelag er Føroysk Miðlafólk. Í Ítróttasambandi Føroya varðar Róðrarsamband Føroya av kappróðrinum.

Nevndu feløg og stovnar hava tilnevnt hvør sín lim í nýggja stýrið, sum hevði sín fyrsta fund í Tinganesi 14. februar.

Har skipaði stýrið seg soleiðis:

Sigga Vang, forkvinna, Vinnuháskúlin
Jan Herman Hansen, næstformaður, Róðrarsamband Føroya
Flóvin Eidesgaard, kassameistari, Føroya landsstýri
Jacob Eli Olsen, skrivari, Føroya Lærarafelag
Anna Rein, Kvinnufelagið
Uni Arge, Føroysk Miðlafólk

Sambært viðtøkunum skal Róðrargrunnur Føroya lata stuðul í mai hvørt ár. Á fundi 6. mars gjørdi stýrið av, at stuðul á tilsamans 100.000 kr. verður latin í mai í ár.

Kappróðrarfeløg fara at kunna senda grunninum umsókn um stuðul eftir nærri ásettum treytum, ið verða kunngjørdar seinna helming av mars mánaði.

Freistin at lata grunninum umsókn verður 25. apríl.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo