Ja og nei eru tvey lítil orð. Men aftanfyri tey liggja oftani stórar avgerðir
- Mette Fritzbøger
Lesarin skrivar

Eg helt greinina hjá Sólfinn Hansen í Norðlýsinum vera um ”retorik” vera sera viðkomandi.

Í hesum tíðum verður nógv skrivað og røtt um nýggju fiskivinnuskipanina.

Henda skipan fær rós frá summum, og verður vrakað av øðrum.  Men hvør hevur rætt?

Hjá mær er púra greitt, at tað er Høgni Hoydal, sum eigur tankar og uppskot. Restin av samgonguni fylgir bert við av plikt, og tí hava flestu so ilt við at fóta sær í orðaskiftinum við vinnuna, tí at taka so avgjørdar ætlanir fyri henda part av vinnuni, uttan at kenna til at seta vinnuvirki í gong, og í flestu førum at koma víðari, tá kreppur rakar, tað ”er ikki fyri blindan at bera”!

JFK selir ein trolara, tí veiðigrundarlagið verður máað undan honum. Løgmaður, Høgni og Jónleif siga hetta ikki vera orsøkina, men er sølan heldur stabilisering av fíggjarstøðuni hjá JFK. (Nú man vera ófriðarligt undir torvuni hjá Jógvan Adolf)

Í samband við retorikkin hjá ávísum, at hesin er avgerandi fyri, hvat fólk hugsa og meina, at fáa meiningina ”inn við skeið”,  so komi eg í tankar um pápa mín, ið var meðvitandi um sína støðu um flestu mál. Hann legði mær eina við, at eg ikki skuldi góðtaka nakað frá hinum, fyrr enn eg sjáldur hevði umhugsað tað, og tí visti, hvat eg meinti! Hugsa sjálvur! Hesum havi eg havt persónliga gleði av.

Og í samband umhugsaðan politikk ella ikki, so komi eg eisini í tankar um farbróðir Gustav, tá rokið var í 80-unum um yvirtøku av undirgrundini:  ”Nú fáist eg onki við politikk, men eg skilji ikki, at løgtingsfólk so fegin vilja yvirtaka undirgrundina, men vilja ikki yvirtaka tað, sum er uppi á henni”!

Politiska støðan tykir mær so fløkt í løtuni, at sjálvt fyri sálarfriðin hjá samgongufólkum hevði verið best við nývali nú!

Eyðun Mohr Viderø
24.07.18

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo