Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Innlendis ítróttur

Rørslufelagið í Suðuroynni, Hvistan, hevur júst mannað nýggja nevnd og sett á skrá nøkur spennandi og áhugaverd átøk.

Tað var í seinastu viku at aðalfundur var hildin, har millum annað nevndarval var á skránni, umframt kunning um felagi. Tá ið fundurin var lokin, var nýggj nevnd vald og hon hevur nú skipað seg.

Tað er Finn Johannessen, ið er nýggjur formaður, eftir at formaðurin seinastu tvey árini Sjúrður Tausen valdi at steðga. Afturat nýggja formanninum er Petry Joensen nývald og er næstforkvinna, umframt at Ásgerð Leona Nilssen er skrivari og Maj-Britt Vinther er peningarøkil.

Nýggja nevndi hevur sett sær fyri at gerast enn meira sjónlig, fyrst og fremst í nærumhvørinum í Suðuroynni, men eisini aðrastaðni við. Eisini er ætlandi at fáa enn fleiri at íðka við Hvistuni, nú regluligar venjingar eru flestu dagarnar í vikuni. Nú er møguleiki nevniliga at luttaka í venjingum í Trongisvági, Hov/Porkeri og í Vági.

Longu í komandi viku, verður kunna um forvitnisligt tiltak, har Hvistan fer at skipa fyri serligum túri, har bæði tey sum nú eru virkin og eisini nýggj eru vælkomin, tí hetta verður skipað sum samansjóðandi túrur og sum Hvistan fer at nýta sum mál fyri venjingarnar gjøgnum veturin.

Hvistan vónar at fólk í Suðuroynni ikki bara fara at hugsa um at koma út at røra seg, men taka egna vælveru til sín, og koma avstað við Hvistuni, har eingin elita er, men bert glaðir motionistar, sum trívast við at røra seg saman.

Mesta kunningin um Hvistuna, finst á facebook vanganum, Rørslufelagið Hvista.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo