Tey val, vit gera gjøgnum lívið, avgera okkara lagnu og eru okkara egna ábyrgd
- Eleanor Roosevelt
local.fo

News in English

Krutl

Svenska Akademien er ein fleiri 100 ára gomul og nógv vird institutión, sum millum mangt annað hevur uppgávuna at velja út, hvør skal hava Nobelheiðurslønina í bókmentum.

Men í seinastuni hevur vánaligt stev verið hjá limunum í akademinum, og tað nýggjasta er, at yvir 100 svenskir granskarar hava skrivað eitt opið bræv í Dagens Nyheter, har teir siga seg stúra fyri "trúðvirði og framtíð" hjá Akademinum. 

Tað byrjaði við at 18 kvinnur ákærdu Jean-Claude Arnault, sum verður sagdur at vera ein 'kulturprofilur', fyri kynsligan ágang. Jean-Claude Arnault er giftur við Katarina Frostenson, sum situr í akademinum, og har skal hava hildið hondini yvir manninum, sum fær nógvar pengar úr Akademinum árliga.

Fleiri av hinum limunum hava kravt hana frá, tí hevur hon noktað fyri, við tí úrsliti at hinir limirnir eru rýmdir. Og nú er Katarina Frostenson loksins koyrd frá. Við tí úrsliti, at bara 11 limir eru eftir í ráðnum, sum er ein ov lítið til at ráðið kann taka avgerðir.

Ein advokatkanning hevur avdúkað, at Jean-Claude Arnault eftir øllum at døma sjey ferðir hevur likið navnið á nobelprísvinnarum, og at skattaviðurskiftini hjá honum og konuni ikki eru í lagi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo