Tí tørvar ikki at leita eftir orðum, sum altíð sigur satt
- danskt orðatak
Útlendis ítróttur

Champions League, 2. umfar: Cristiano Ronaldo er maðurin, sum slær til í teimum allarstørstu dystunum.

Tað var ein tíð, tá hann var í Manchester United og var ákærdur fyri ikki at skjóta nóg nógv mál og vera nóg sjónligur ímóti øðrum stórliðum. Tann tíðin er væl og virðiliga farin.

Í Real Madrid skoraði hann ferð eftir ferð í avgerandi dystum í Champions League, og í kvøld gjørdi hann tað so aftur, tá Juventus heldur óvæntað megnaði at venda 0-2 frá fyrra dystinum ímóti Atletico Madrid fyri trimum vikum síðan og vinna 3-0.

Ronaldo skjeyt øll trý málini - í 27, 49 og 86. minutti.

Harav var tað síðsta málið eitt brotsspark, ið Juventus fekk, eftir at innskifti Ángel Correra púra óneyðugt gav Federico Bernardeschi eitt skump í ryggin, so at síðstnevndi datt um koll í sekstanmetrinum hjá Atletico.

Atletico spældi Juventus av vøllinum fyri trimum vikum síðan, men í kvøld var vent í holuni, og Juventus sigurin var ruddiliga uppiborin.

Atletico Madrid er tað fjórða liðið í ár, sum er sligið út úr Champions League í 1/8 finaluni eftir at hava verið frammanfyri aftaná fyrra dystin.

Hini trý eru Real Madrid, Paris Saint Germain og AS Roma, sum ruku út ímóti ávikavist Ajax Amsterdam, Manchester United og FC Porto.

Úrslit í kvøld:
Manchester City-Schalke 04 7-0 (10-2)
Juventus-Atletico Madrid 3-0 (3-2)

Hesi liðini hava higartil leikt seg víðari til 1/4 finalurnar í Champions League:
Juventus
Manchester City
Ajax Amsterdam
Manchester United
Tottenham Hotspur
FC Porto

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo