Gert tú pening til gud, fer hann at plága teg sum fjandin
- Henry Fielding
Útlendis ítróttur

Mánadagin fáa vit vitjan av Portugal og Ronaldo. Í kvøld vann Portugal 6-0 á Andorra, har Ronaldo skoraði tey 4, men tabellin vísur kortini, at Føroyar hava 4 stig, meðan Portugal hevur 3.

Spurningurin verður so, hvat tabellin fer at vísa eftir dystin mánakvøldið.

Kanska Føroyar vinna dystin - bólturin er rundur enn.

Cristiano Ronaldo hevði skorað tvey mál tá ið klokkan vísti tríggjar minuttir, men festin steðgaði ikki fyrr enn tað stóð 6-0 á máltalvuni og Ronaldo hevði skorað fýra mál.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo