Sjúkt er samfelag, har tað loysir seg best einki at eiga og einki at tíma
- úr Børkuvísum
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Statistikkurin frá seinasta dysti vísti ræðulig tøl: • Null skot á mál. • 55 prosent av avleveringunum eydnaðust • Vann 37 prosent av duellunum • Misti bóltin 28 ferðir

- Statistikk hugsi eg ikki so nógv um, men tá ið tað er sagt, so hevur Wayne Rooney verið ein av ringastu leikarunum hjá Manchester United hesa sesongina. Og tað er vorðin ein trupulleiki, sigur Dag Langerød, ábyrgdarblaðstjóri í United.no, við norska Dagblaðið.

Rooney stendur við tveimum skoringum í teimum níggju Premier League-dystunum, hann hevur spælt. Og í hvørjum dysti United-kapteinurin er byrjaður, hevur hann verið á vøllinum í allar minuttirnar.

United-venjarin Louis van Gaal var orðknappur eftir dystin í gjár:

- Eg má tosa um Rooney hvørja viku. Hví skal eg tað? segði van Gaal sambært The Guardian.

Tá ið jornalistarnir vísti á, hvussu lítla ávirkan Rooney hevði í dystinum, svaraði venjarin:

- So skalt tú skriva tað sjálvur. Tað er tín meining. Eg svari ikki fleiri spurningum um Wayne Rooney. Eg eri so hamrandi troyttur av teimum spurningunum.

Redaktørurin Langerød heldur at Rooney er versnaður og taðhevure gingið niður á bakka leingi.

- Rooney er ein legenda, hevur vunnið ligaina fleiri ferðir og tikið felagið til tops í Champions League. Men seinnu árini er hann versnaður drastiskt. Tann stóri trupulleikin er at Louis van Gaal insisterarar upp á at brúka hann. Miín meining er at teir bestu leikararnir skulu vera á vøllinum, sigur Langerød.

- Felagið eigur ikki so nógv alternativ. Men tað finnast aðrir møguleikar. Serliga við Anthony Martial sum er skjótur í spíssinum. Harumframt eru tað leikarar sum Jesse Lingard og Mata sum kunna brúkast offensivt. United er eitt felag sum alla tíðina vil hava heimsins bestu leikarar - og júst nú hoyrur Rooney ikki til tann flokkin. Hansara leikpartur á vøllinum er ikki nóg góður, sigur redaktørurin.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo