Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Útlendis ítróttur

– Venjarin hevur fingið tað nógva av ábyrgdini fyri okkara prestasjónum. Men hetta handlar eisini um okkum, vit eru úti á vøllinum og vit mugu prestera.

- So leikararnir eru slopnir bíliga og undan øllum atfinningunum, meðan venjarin hevur fingið alt omanyvir seg, sigur Wayne Rooney við Sky Sports.

– Tað hevði verið fantastiskt um vit vunnu Europaligaina. Tað var ikki tað vit ætlaðu undan sesongini, men har eru vit nú, so hví ikki royna at vinna kappingina, spyr Rooney í grein sum verður endurgivin á VG.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo