Neyvan nøkur kropsvenjing er betri fyri hjartað enn at rætta fólki eina hjálpandi hond
- John Andrew Holmes
Útlendis ítróttur

Wayne Rooney (30) hevur verið kritiseraður hesa sesongina fyri vánaligt spæl og fáar skoringar, men móti Swansea var hann heppin at fáa bóltin í netið til 2-1, og gjørdist harvið matchvinnari.

Sambært VG er hetta hansara fyrsta mál í Premier League síðani 17. oktober, og sendi við tí ikki bert Old Trafford til himmals - men eisini seg sjálvan upp um Dennis Law á listanum yvir mest skorandi leikarar í søguni hjá United. Í dag skoraði hann sítt mál nummar 238.

Nú er tað bara Sir Bobby Charlton, sum hevur skorað fleiri mál enn enn Rooney, við sínum 249 málum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo