Gud hevur givið okkum tvær hendur: Aðra at geva við og hina at taka ímóti við
- Billy Graham
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Nú er hálvannað ár síðani, at sosialistiska alternativið setti seg í Tinganes - og har hava tey bókstaviliga sitið síðani.

Frá 2011, til alternativið við dyggari miðlahjálp akkurát fekk meirilutan á valinum 2015, er einki komið av skafti – uttan at reka politikkin hjá undanfarnu samgonguni, sum bjargaði samfelagnum úr lemjandi heimskreppuni.

Ágangurin og larmurin frá táverandi andstøðu var øðiligur. Alt skuldi rullast aftur – hvør minnist ikki forskattingina av pensiónunum og flatskattin, umframt hópin av málum, sum táverandi andstøða samfelt atkvøddi ímóti?

Eingin spyr
Tá borgarliga samgongan legði árarnar inn í 2015 var aftur yvirskot á fíggjarlógini, frá lemjandi undirskoti uppá meira enn hálva milliard, tá samgongan tók við í 2011, eitt satt roysni – eitt eindømi í Vesturheiminum, sum dúgliga bleiv negligerað av sosialistisku andstøðuni og burturtagt av miðlunum.

Ikki tí, úrslitini í gerandisdegnum vóru sjónlig, arbeiðsloysið minkaði áhaldandi og longu frá ársskiftinum 2012/2013 var munandi fólkavøkstur.

So hví skifta kós nú, og hví rulla nakað aftur sum virkar? Serliga tá politikkurin síðani 2011 hevur orsakað, at peningurin nú fossar inn í almennu kassarnar?

Ja, táverandi andstøða – núverandi samgonga, skiftist um at atkvøða blankt ella móti øllum fíggjarlógunum (serstakliga tjóðveldi), samstundis, sum sama andstøða á hvørjum ári hevði broytingaruppskot, ið hækkaðu almenna raksturin við 100 til 200 mio kr.

Hetta er alt gloymt nú. Og eingin í miðlaheiminum spyr.

Sjálvrós
Tað er munandi lættari at arbeiða uppá rós, gera alla politisku prosessina til projektarbeiði og korridorslutur.

Sláa politisku breyðini stórt upp, uttan at nakað av teimum verður bakað og annars virka í politiskum catwalki uttanríkis og gluggapynti innlendis.

Fólkaræðiliga eru úrslitini eyðsýnd og neyðarslig.

Løgtingið er mest sum lukkað. Onkrir hissini fundir eru og samgongutingfólk eru degraderað til atkvøðuneyt – eingin viðgerð, einki parlamentariskt arbeiði.

Hetta var so alternativið, nú triðingurin av valskeiðinum er runnið.

Tað er saktans lætt at verja borg, tá eingin søkir og slettis eingin spyr.

Sosialistiska samgongan kom til skorin klæðir – longri er tann søgan ikki.

Bjarni Djurholm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo