Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Fyrrverandi Arsenal leikarin Tomas Rosicky, sum hetta síðsta hálvaannað árið hevur spælt við kekkiska Sparta Prag, hevur í dag boðað frá, at hann leggur skógvarnar á hillina.

Hetta skrivar The Guardian í dag.

37 ára gamli Rosicky spældi við Arsenal í tíggju ár, frá 2006-2016, men varð nógv plágaður av skaðum, meðan hann var í Norður London.

Nú hann vendi aftur til Sparta Prag, var hann framvegis illa plágaður av skaðum, og er tað hetta, sum í dag hevur fingið hann at taka avgerðina um at gevast sum yrkisfótbóltssleikari.

Tomas Rosicy spældi eisini við Borussia Dortmund, frá 2000-2006, og spældi hann 105 dystir og skjeyt 23 mál fyri kekkiska landsliðið í tíðarskeiðnum 2000-2016.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo