Ein politikari, sum skattar Tummas fyri at gjalda Hanusi, kann altíð rokna við atkvøðuni hjá Hanusi
- George Bernhard Shaw

VP spyr

NAVN / NR.FO

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna hevur higartil fingið yvir 100 fráboðanir um rottu í 2017. Lýggir vetrar tey seinastu trý árini og betri livikor hava virkað til at rottustovnurin er øktur nógv seinastu árini.

Tórshavnar kommuna hevur ein aktingarmann í starvi. Harumframt hevur Tórshavnar kommuna umboð í Kirkjubø, Velbastað og Kollafirði sum arbeiða við rottutýning.

Rotta verður kynsbúgvin eftir bara 5 vikum og leggur 7-14 ungar, so eftir bert 10 vikum kann stovnurin 15 faldast!

Ein stórur partur av rottutýningararbeiðinum er tó kunning til borgaran um, hvussu rottustovnurin kann haldast niðri. Tískil hevur Tórshavnar kommuna latið gera stuttan lýsingarfilm og hevur dagført rottufaldaran.

Filmurin kann síggjast á Facebooksíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Um tú sært rottu, so ring til Snarskivuna 302010 ella send ein teldupost til torshavn(at)torshavn.fo.

Latið okkum hjálpast í stríðnum at týna rottuna.

Rottufaldarin: trýst her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo
tann