Um tú ert eitt sindur uttanfyri, uttan at taka skaða av tí, so kann tað blíva tín styrkur
- Pál Weihe
Lesarin skrivar

Tá danski krúnprinsurin fylti fimti um hesa tíðina í fjør, var hann úti og rann saman við sjeytitúsund kongstrúgvum dønum.

Tað er í fínasta lagi og dønum væl unt.

Men nú prinsurin verður fimtieitt hava klakvíkingar lagt hald á prinsin og kunngjørt royala renning, sum sambært heimasíðuni hjá Klaksvíkar kommunu verður ”ómetaliga spennandi fyri allar Føroyar”.

Borgarstjórin sigur, at hann ”sjálvsagt er errin” av at vera fyriskipari.

Hvussu nógv tað er at vera errin av hjá einum sjálvstýrisborgarstjóra, at brúka danska prinsin sum valagn, er púra upp til hvønn einstakan at meta um.

Og hvussu spennandi hetta er fyri ”allar Føroyar” er sera ivasamt.

Men serliga fløkjasligt er tað, at sami sjálvstýrisborgarstjóri stillar upp til fólkatingsval, men ætlar at lata fólkatingssessin standa tóman sum eina almenna háð móti danska ríkinum og sama krúnprinsi, sum við familju fer at sita á fyrstu parkett og gløða at tóma sessinum, tá tingið kemur saman eftir valið 5. juni.

Tosa um politiska skisofreni.

Kongaliga renningin í Klaksvík er løgd til 1. juni, meðan valstríðið hjá borgarstjóranum stendur uppá tað harðasta.

2. juni verður renning í Havn. Ikki royal renning, men flaggrenning.

Føroya einasta marathon.

Tey renna fyri Merkinum, sum hevur føðingardag henda dagin.

Annars skrivaði Se & Hør fyri nøkrum døgum síðan, at ”Royal Run er i fare”. Prinsurin hevði ilt í knænum og herfyri gav hann avboð at renna fyri Mikkeler-øli í Aarhuus.

Alternativið hjá teimum sjálvstýrissinnaðu er so altíð at koma til Havnar at renna fyri Merkinum.

Non-royalur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo