Tú lóggevur ikki tey fátæku til ríkidømi við at lóggeva tey ríku til fákækradømi
- Adrian Rogers
local.fo

News in English

Lesarin skrivar

Eg havi roykt 20 sigarettir um dagin í 40 ár. Enn hevur hesin óvanin ikki givið mær trupulleikar.

Lat meg beinavegin viðganga at royking er rættiliga skaðilig fyri fólk, eisini meg.

Tað, sum eg kann ilkast inn á er, at tað javnan verður sagt at avleiðingar av royking kosta tí almenna nógvar pengar.

Hetta er óivað satt, men eg vil eisini vísa á, at vit sum roygja gjalda eisini munandi meira avgjald/skatt enn ein sum ikki roykir.

Sjálvur havi eg goldið:

•   Ein sigarettpakki kostar í dag 65 kr. herav er 50 kr. avgjald/skattur.

50 kr. x 365 dagar x 40 ár = 730.000 kr.

• Sagt verður, at eg livi 5 – 10 ár styttri enn ein ikki roykari, og helst sparir landið eitt røktarheimspláss til mín í ca 5 ár, sum kostar 1.800 kr./døgn

1.800 kr. x 365 døgn x 5 ár = 3.285.000 kr.

• Livi eg 5 ár styttri enn ein ikki roykari, ja, so sparir landið 10.000 kr/mán. í pensión í 5 ár.

10.000 kr. x  12 mánaðir x 5 ár = 600.000 kr

Samanlagt kann tað almenna brúka 730.000 kr + 3.285.000 kr + 600.000 kr. = 4. 615.000 kr. (sum eg havi spart landinum fyri) til at viðgera meg og onnur fyri møguligar sjúkur avleiddar av royking,

Sum eg segði í byrjanini, so eri eg samdur við tykkum í, at royking er sera skaðalig fyri likamið, og herferðin móti okkum er øðilig.

So næstu ferð tú hóttir ein roykjara, hugsa so um áðrenn, at har ganga kanska knappar 5 spardar milliónir.

Ein roykjari

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo