Eg má stýra klokkuni, so hon ikki stýrir mær
- Golda Meir
local.fo

News in English

Onnur tíðindi

Tórshavnar kommuna: Nú verða fyrstu parkeringsbásarnir í Tórshavnar kommunu talgildir. Talan er í fyrstu atløgu um nakrar royndir, sum skulu geva umsitingini í kommununi innlit í, hvussu nógv útvaldir básar í býnum verða nýttir, og nær teir eru upptiknir.

Verkætlanin er komin so mikið langt, at tólini, sum skráseta dáta, eru fest á básarnar. Síðani ber til at síggja eitt nú á telefonini, hvørji parkeringspláss eru tøk. Samstundis fær umsitingin til vega hagtøl og vitan um, hvørji parkeringspláss verða nýtt mest, og nær tey eru upptikin. Hesa vitan fer kommunan at brúka, tá ið karmarnir fyri parkering verða betraðir í framtíðini.

Tórshavnar kommuna hevur einsamøll atgongd til upplýsingarnar fyrstu tíðina. Hugsanin er, at kunningin um, hvørjir básar eru tøkir, verður sjónlig hjá øllum borgarum. Støða verður tikin til hetta, tá ið royndarverkætlanin er av.

Í fyrstu atløgu eru tólini sett á básar á Svínaryggi, í Liðagøtu og Niels Finsens Gøtu. Talgildu tólini, ið eru fest á básarnar, tola væl føroyska veðurlagið og halda í eini 10 ár.

Útgerðin er sett upp í samstarvi við Føroya Tele. Partarnir fara skjótt at taka støðu til, hvørt loysnin skal víðkast og setast í verk. Henda eftirmeting verður gjørd í mai, tá ið royndarverkætlanin eftir ætlan er liðug. Fleiri veitarar hava sýnt talgildu parkeringini í Tórshavnar kommunu áhuga. Ymisk forrit og tól verða nýtt, og kostnaðurin er sostatt ymiskur. Seinni verður støða tikin til, hvør tøkni riggar best og hóskar seg best til tørvin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo