Søtur er sjálvgivin biti
- Føroyskt orðatak
local.fo

News in English

Útlendis ítróttur

Rudolf Bantle var 60 ár tá ið hann í august 2004 fór til Milano saman við vinum sínum at síggja dystin millum meistaraliðini Basel og Inter.

Tá ið Inter førdi 4-1 á San Siro og bert fýra minuttir vóru eftir av dystinum, fór Bantle á ves.

Og henda avgerðin skuldi vísa seg at fáa drastiskar avleiðingar fyri sveisaran og fór at broyta lívið hjá aldrandi manninum fyri altíð, skrivar norska TV2.

Tá ið hann hevði gjørt síni ørindi á vesinum fann hann ikki sínar vinmenn aftur.

Við bert 20 evrum í kontantum og ongari mobiltelefon, var Bantle eftirlatin á gøtunum í Milano. Og har livdi hann so tey næstu 11 árini av lívið sínum, og fekk gávur frá lokalum vælgerðarum.

Sveisarin var longu í 2004 settur á listan hjá sveisisku løgregluni um horvnar persónar, og við tað at einki hoyrdist um Bantle, var málið um hann endaliga goymt burtur í 2011.

Sambært sveisiska miðlinum Schweiz am Sonntag er Bantle nú aftur í heimlandinum. Har hevur hann fingið pláss á einum ellisheimi í Basel.

Og hesi tíðindini koma óvart á fólkini í býarpartinum Baggio í Milano, har Bantle tey seinastu 11 árini hevur verið ein føst og lætt kennilig býarmynd.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo