Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque
Onnur tíðindi

Bretska undirhúsið hevur í kvøld atkvøtt um eitt uppskot sum skuldi vátta stuðulin til forsætisráðharran, Theresu May, og royndir hennara at fáa eina betri brexit avtalu enn hana sum longu liggur á borðinum. Men uppskotið fall. 303 atkvøddu nei og 258 atkvøddu ja.

Talan er tó um eina atkvøðugreiðslu av meira súmbolskum týdningi, og May er ikki noydd til at fylgja úrslitinum.

Eygleiðarar eru kortini samdir um, úrslitið hevur gjørt støðuna enn meira fløkta og ruðulleikakenda, enn hon longu var frammanundan.

Eitt annað uppskot sum skotski tjóðskaparflokkurin hevði sett fram um at útseta brexit í tríggjar mánaðir varð somuleiðis niðurstemmað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo