Læn heldur pening frá einum dapurskygdum. Hann væntar ikki at fáa teir aftur
- Oscar Wilde
Innlendis ítróttur

Runavíkar kommuna: Eitt ferðasteyp latið av Runavíkar kommunu, sum bestu mansliðini hjá Skála og NSÍ leika um haðartil annað liðið hevur vunnið steypið tríggjar ferðir.

Tað er eindømi, at ein kommuna, har 8% av landsins borgarum búgva, eigur 20% av umboðanini í fremstu fóbóltsdeildini í landinum.

Tí verður hetta steypið sett út til at kappast um ímillum feløgini hvør sínu megin Skálafjørðin.

Reglugerðin og treytirnar fyri at vinna steypið til ognar eru hesar.

  • Liðið, sum vinnur fyrsta innanhýsisdystin í 2019, fær steypið í varðveitslu.  -endar fyrsti dystur við javnleiki, verður brotssparksskapping um steypið.
  • Liðið, sum hevur steypið í varðveitslu, varðveitir hetta, um tað vinnur ella spælir javnleik. Tað vil siga, at hitt liðið skal vinna ein dyst fyri at fáa steypið í varðveitslu.
  • Tá ið dystirnir í einum kappingarári eru av ímillum hesi bæði liðini, fær tað liðið, sum hevur staðið seg best í innanhýsis dystum, steypið í varðveitslu til næsta kappingarár, táið innanhýsis kappingin verður tikin uppaftur. Samlaða støðan eftir triðja og seinasta dystin millum liðini í einum ári, ger av, hvør er vinnari tað árið, - eftir hesum treytum:

1) Liðið við flestu stigunum í innanhýsisdystunum vinnur steypið fyri árið.

2) Stendur á jøvnum í stigum í innanhýsisdystunum ger málstøðan í hesum somu dystum av hvør vinnur fyri árið.

3) Stendur framvegis á jøvnum samsvarandi 1) og 2), verður brotssparkskapping eftir triðja og seinasta dystin í árinum. Hendan ger tá av hvør er vinnari fyri árið.

  • Liðið, sum fyrst vinnur steypið trý kappingarár tilsamans, fær steypið til ognar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo