Dárin heldur væl standa til, um tað er eydnast honum at svara onkrum illa aftur
- V. Poulsen
Lesarin skrivar

Runavíkar kommuna hevur í dag sent soljóðandi skriv til Yvirfriðingarnevndina:

Fyri kommunu og borgarar fari eg sum borgarstjóri í Runavíkar kommunu við hesum orðum at heita á Yvirfriðingarnevndina, um alt fyri eitt at steðga virkseminum í grótbrotinum á Hústoft – omanfyri bygdina Lamba. Í hvussu er fyribils, meðan menn ráða seg um.  Landsverk er nú farið niðan eftir Hæddini at bora og spreingja, og sárið, sum sæst úr bygdini, gerst bara alt størri fyri hvønn dag sum gongur.

Friðingarnevndin í Eysturoy noktaði Landsverkfrøðinginum at fara undir at bróta grót á Hústoft miðskeiðis í sjeytiárunum í hinari øldini. Kortini gav Yvirfriðingarnevndin loyvi við ávísum treytum, sum eru niðurfeldar í brævi frá Færøernes Overfredningsnævn, undirritað av Oppermann, sorinskrivara.

Tað sum nú hendir í økinum, tykist vera farið langt út um tær avmarkingar, sum Yvirfriðingarnevndin ásetti í brævi dagfest hin 24. januar 1975.

Hóast tað ikki tilkemur kommunalum myndugleika at gera nakað við málið, fari eg enn einaferð, staðiliga, at heita á Yvirfriðingarnevndina um at steðga virkseminum í stundini, ið tykist hava sum endamál, at fara vesturyvir í økinum, fyri at spreingja alt fjallið burtur, og fer hetta tá at seta eitt ólekjandi sár í natúruna fyri alla framtíð.

Vónandi og væntandi megnar Yvirfriðingarnevndin at bráðsteðga hesum ólíkindunum, sum nú fara fram í natúruni omanfyri bygdina í Lamba – har eitt heilt fjall eftir øllum at døma stendur fyri falli - fyri at vera brúkt sum ífylla kring um landið.

Tórbjørn Jacobsen,
borgarstjóri,
Runavíkar kommuna

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo