Høvdu forfedrarnir ikki verið skjótir á sjóvarfallinum eftir løtuvinningi, hevði mangan verið svangligt í Føroyum
- Juul Jacobsen
Vinna

Russisku myndugleikarnir hava funnið bakteriur í fráskurði frá laksaframleiðsluni á Glyvrum og hava tí sett fyribils forboð fyri innflutningi av meira laksi frá Bakkafrost.

Hesum boðar Bakkafrost frá í børsfráboðan í morgun.

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrost, sigur við VP, at 20% av flakaskurðinum er fráskurður av ymsum slagi, og tað er í hesum fráskurðinum at myndugleikarnir hava staðfest bakteriurnar.

Hann sigur, at tað fyribils ikki fær fíggjarligar avleiðingar fyri Bakkafrost, tí útflutningurin sum er farin til Russlands nú fer á aðrar marknaðir.

- Heilsufrøðiliga Starvsstovan skal nú gera sínar metingar og samanbera við úrslitini, sum russar eru komnir til. Tað gera tey longu í dag og boða russum frá í komandi viku. Hvussu langa tíð russar so skulu brúka, vita vit ikki, sigur Regin Jacobsen.

Útflutningurin hjá Bakkafrost til Russlands steðgar 23. november, stendur í børsfráboðanini.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo