Ofta býr fals undir fríðum skinni
- Føroyskt orðatak
Mítt tastatur

KVF hevur brúkt nógva tíð, orku og pengar uppá eina sending í tveimum pørtum, sum skal marknaðarføra uppboðssølu av fiskirættindum, sum einasta loysn í sambandi við eina fiskivinnunýskipan.

Tey sum fiska í dag eru ikki ”tey” dugnaligu/røttu, men ”onnur” skulu fiska.

Soleiðis byrja allar kollveltingar, og onkrir føroyingar hava enntá fyrireika seg til eina.

Sambært búskaparfrágreiðingini frá Búskaparráðnum heystið 2011 vórðu skipanir við uppboðssølu royndar í Russlandi og Estlandi árini 2001 til 2003.

Skipanin í Russlandi fekst ikki at virka sum ætlað orsakað av, at fiskivinnan fekk ikki neyðugu tíðina at laga seg til nýggju skipanina.

Harafturat var ov lítið eftirlit við fiskiskapinum og við hjáveiðu, soleiðis at til bar at royna eftir øðrum fiskasløgum enn teimum, sum fiskirættindini góvu rætt til at royna eftir.

Skipanin í Estlandi varð roynd í 2001 og í 2002. Í 2003 var farið burtur frá skipanini orsakað av, at Estland var ávegis inn í ES, og skipanin við uppboðssølu av fiskirættindum var ikki sambærilig við treytirnar, sum fiskivinnan í ES virkaði undir.

M.a. orsakað av hesum og ónøgd í fiskivinnuni varð farið burtur frá skipanini aftur.

Tað er torført at vísa á viðkomandi royndir av tílíkum skipanum, við tað at uppboðssølur av fiskirættindum eru ikki royndar enn í okkara grannalondum ella í londum vit sum fiskivinnutjóð ynskja at samanbera okkum við.

Men sambært sendingini hjá KVF, sum var sera einoygd, so er uppboðssøla tann einasta loysnin.

Ein loysn sum eingin annar brúkar.

Og spurningurin liggur beint til høgrabeinið, hví?

Sendingin hjá KVF hevði bara tað eina beinið at standa á.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo